Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kunning av kanningarúrslitum broytt. Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, og samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv.
– Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk, sigur Heilsumálaráðið.
Nýggjastu tølini frá Landslæknanum vísa, at tað í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.800 kanningar.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 8.403 kanningunum.