Sølutorg á Ljósfest

Hevur tú eitthvørt heimavirkað, sum tú kundi hugsa tær at selt? Tað kann verða okkurt bundið, seymað, bakað, syltutoy ella okkurt heilt annað. So hevur tú møguleikan at fáa tær eitt borð á sølutorginum, sum verður á Ljósfest leygardagin 17. august í Vági, skrivar vagur.fo.

 

Sølutorgið er í tjaldinum, sum stendur í miðbýnum við SEV-húsið. Okur útvega borð og tað er ókeypis at luttaka. Tað ber eisini til at fleiri eru um eitt borð. Sølutorgið er opið frá kl 13.00 – 17-00.

 

Um tú ynskir at luttaka, so send okum eini boð á teldupost: info@vagur ella ring á telefon 239390, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.