Gera lista til samanlegging í Hvalba

Borgarstjórin í Hvalba fer at gera lista til kommunuvalið við tí endamálið at leggja Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur saman

Bygdarráðið í Hvalba virðir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og fer ikki at gera meira við málið fyri kommunuvalið í november.

 

Hinvegin er málið ikki slept. Tí borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, aðrir bygdarráðslimri saman við honum fara at gera ein lista til kommunuvalið, sum hevur sum endamál at leggja kommununa saman við Tvøroyrar kommunu. Hesum boðaði hann frá á bygdarráðsfundi í gjár.

 

Janus Thomsen við útvarpið, at tað vóru ikki færri enn fýra bygdarráðslimir, sum tóku undir við honum um at gera henan listan.

 

Á seinasta bygdarráðsvalið var bara ein listi, sum øll valevnini stillaðu upp á. Tí tykist greitt, at broyting nú kemur í. Tí tað eru bæði bygdarráðslimri og ein meiriluti av fólkinum sambært fólkaatkvøðuna, sum eru ímóti samanlegging.

 

Janus Thomsen heldur, at bygdin fær nógv meira burtur úr eini samanlegging.