Danska veðurstovan DMI væntar, at í dag verður hampuligt veður, men tað kann fara at regna av og á. Í morgin verður sum frálíður meira regn.
DMI sigur, at í dag vera 3-7 m/s av eystri og landsynningi, í kvøld 5-10 m/s av eystri. Samdrigið og í støðum regn av og á. Møguleiki verður eisini fyri sólglottum. Í nátt 7-13 m/s av eystri og landnyðringi. Seint í nátt fer at regna av suðri. Hitin alt døgnið millum 7 og 11 stig.
Sunnudagin vera 7-13 m/s av eystri og landnyðringi, sunnanfyri upp í 15 m/s. Sum frálíður fer at regna í flestu støðum. Hitin verður millum 7 og 12 stig.