Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampuliga gott um vikuskiftið. Sólin fer at kaga fram onkrar løtur, og hitin verður upp í 13 stig
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av eystri. Skýggjað og támut, men út á dagin møguleiki fyri nakað av sól ella sólglottum. Í kvøld og í nátt vera 5-10 m/ av eystri, í sunnara parti av landinum nakað meira vindur. Samdrigið og támut. Hitin verður millum 8 og 13 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av eystri. Samdrigið, men sum frálíður turt og nakað av sól. Hitin verður millum 8 og 13 stig.