Spania blandar seg upp í

EM24: Spania vann í gjár 1-0 á Italia og hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum

Spania hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum við einum 1-0 sigri á Italia í gjár. Sjálvt um tað skuldi eitt sjálvmál til, so var talan um eitt sannførandi avrik frá spaniólum.

 

Spania hevði bóltin meira, hevði fleiri málroyndir og og var sum heild omaná. Serliga 16 ára gamli Lamine Yamal og 21 ára gamli Athletic Bilbao spæarlin, Nico Williams, spældu væl á síðunum. Ein annar, sum hevur lyft seg upp á eitt hægri stig er miðvallarin Fabián Ruiz.

 

Italia er verandi EM-vinnari, men avrikini í tveimum teimum fyrstu dystunum hava ikki verið sannførandi. Liðið manglar ein áleypara og Gianluca Scamacca hevur ikki sannført.

 

Spania – Italia 1-0 (0-0)

 

1-0 Riccardo Calafiori, 55 sjálvm

 

Spania: Simón; Carvajal, Le Normand, Laporte, Cucurella; Pedri (Ález Baena 71), Rodri, Fabián Ruiz (Merino 90+4); Yamal (Ferran Torres 71), Morata (Oyarzabal 78), Williams (Pérez 78)

 

Italia: Donnarumma; Di Lorenzo, Bastoni, Calafiori, Dimarco; Barella, Jorginho (Cristante 46); Frattesi (Cambiaso 46), Pellegrini (Raspadori 82), Chiesa (Zaccagni 64); Scamacca (Retegui 64)

 

Støðan:

 

1: Spania 6 (+4)

 

2: Italia 3 (0)

 

3: Albania 1 (-1)

 

4: Kroatia 1 (-3)