Spariætlan skal bjarga Grønlandi úr búskaparkreppu

Grønlendska landsstýrið fer næstu fýra árini at spara 864 milliónir krónur gjøgnum uppsparing og nýggjar inntøkur.

 

Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði í tíðindaskrivi frá, at hann næstu fýra árini fer at spara knappar 900 milliónir krónur fyri at sleppa undan at enda í búskaparkreppu. (Arkivmynd). - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters

Grønlendska landsstýrið skal spara 864 milliónir krónur næstu fýra árini.

Tað skrivar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Múte B. Egede, í tíðindaskrivi.

- Grønland er á veg inn í eina búskaparkreppu. Og hetta eru ikki bara orð - tað er veruleiki.

- Tað hevur ikki verið lætt. Men tað er neyðugt, um vit vilja sleppa undan, at landskassin verður tómur um nøkur ár. Vit hava ikki longur ráð at brúka meira pening enn vit hava, verður sagt.

Sambært Múte B. Egede verður peningurin funnin gjøgnum uppsparing og nýggjar inntøkur.

Millum annað er peningur settur av til nýggjar skattagrannskoðarar, sum fara at leggja dent á skattaeftirlit og berjast ímóti kriminellari fíggjarligari hvítvasking av pengum.

- Og vit herða reglurnar fyri arbeiðsveitingar: Í framtíðini kunnu veitingar minka munandi, um tú uttan orsøk noktar áløgdum arbeiði.

- Tí vælferðin er bygd á felagsskapin - og felagsskapurin krevur, at øll stuðla, um tey kunnu og eru frísk, verður sagt.

Í tíðindaskrivinum verður dentur lagdur á, at tey hava roynt at spart heilsuverkinum "so nógv sum gjørligt".

Spariætlanin fer væntandi at geva eitt lítið yvirskot á knappar 51 milliónir krónur.

Múte B. Egede nevnir eisini, at um heystið verður farið undir eina røð av nýskipanum, sum skulu framtíðartryggja Grønland.

Her verður millum annað hugt at pensjónsskipanini.

Grønlendska landsstýrið boðaði fyrr í august frá, at landsstýrið vil steðga eini reglu um kravda eftirlønarskipan.

- Lógaruppskotið fer at hava við sær, at verandi skipan, har uppsparingarskyldur kunnu krevjast inn umvegis hækking av skattinum hjá borgarunum, verður steðgað í 2026 og 2027, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.

Sambært fjølmiðlunum verður uppskotið um lógarbroyting um tvungna eftirlønarskipan lagt fram í heystsetuni.

Fráboðanin kom eftir, at landsstýrið í Grønlandi boðaði frá, at tey hava sett ein serfrøðingabólk at koma við eini ætlan fyri framtíðar pensjón, tí væntandi eru færri ung og fleiri eldri fólk, sum fer at leggja munandi trýst á búskapin.

Landsstýrið hevur avbjóðingar av, at fólkatalið minkar meira enn áður hildið, og at arbeiðsmegin minkar.

Serfrøðingabólkurin fer væntandi at leggja fram tilmæli um pensjónsnýskipan í seinasta lagi í 2026.

 

/Ritzau/

 

 

 

Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði í tíðindaskrivi frá, at hann næstu fýra árini fer at spara knappar 900 milliónir krónur fyri at sleppa undan at enda í búskaparkreppu. (Arkivmynd). - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters