Tað er Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um alment útboð av kommunalari fastogn. Ítøkiliga spyr hon landsstýrismannin hesar spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi, til tess at kommunur kunnu skunda undir bústaðarbygging?
2. Um nei, eru ætlanir at broyta kunngerðina til tess at tryggja bústaðarbygging?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Annika Olsen á, at fyri nøkrum árum síðani varð sjálvsognarfelag stovnað í Havnini. Í hesum felag vóru einar 50 familjur, ið høvdu tikið seg saman til tess at byggja alternativar bústaðir í
Marknagili í Havn.
– Talan var um familjur, ið ynsktu at búgva í Føroyum, og fleiri av teimum høvdu ætlanir um at flyta heim, eftir at hava búð uttanlands. Ætlanin var at fáa fatur á einum lendi á 21.000 fermetrar og fara undir eina bygging, sum minti um byggingina
í Tórsbyrgi í Tórshavn. Ein verkætlan, sum hevði kunnað givið 50 familjum tak yvir høvdið, sigur Annika Olsen.
– Verkætlanin strandaði, tí Tórshavnar kommuna hevði ikki heimild at selja sjálvsognarfelagnum lendið, uttan at lendið varð boðið alment út. Hóast Tórshavnar kommuna í fleiri umførum heitti á landsstýrið um at loyva hesum ella at fáa kunngerðina broytta, so bar hetta ikki til.
Hon sigur, at Kommunurnar nú hava fingið møguleika at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, og tað er gleðiligt, men um so er, at 5-10 familjur taka seg saman um eina bústaðarbygging, ella eitt nú 10 eldri fólk ynskja fara undir at byggja eldraíbúðir í felag, so er hetta ikki møguligt.
– Stórt bústaðartrot er, og tí er spurningurin, um ætlanin er at geva kommununum rásarúm at útvega lendi, tá talan er um gagnligar og skilagóðar verkætlanir, sum kunnu bøta um bústaðarneyðina, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.