Spyr um meritútbúgving fyri námsfrøðingar

Annika Olsen fregnast, um ætlanir eru um at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar

Tað ger hon í einum grein 52a fyrispurningi til Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í útbúgvingarmálum.

 

Fyrispurningurin hjá Anniku Olsen er soljóðandi:

 

1. Verður arbeitt við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar (professiónsbachelor) í Føroyum?

 

2. Um ja, nær og hvussu er ætlanin at skipa hetta?

 

Í viðmerking til spurningin vísir Annika Olsen á, at tað sambært Búskaparráðnum fara at mangla 700 starvfók innan heilsu- og umsorganarøkið og dagstovnaøkið tey komandi 10 árini.

 

– Tí eiga vit at skipa okkara útbúgvaringarskipan soleiðis, at vit megna at lofta komandi avbjóðingum, sigur hon.

 

– Dagstovnalógin sigur, at tað skulu vera 2/3 námsfrøðingar, sum skulu arbeiða á dagstovnaøkinum, men støðan er tann, at vit sum samfelag langt frá halda hesa lógaráseting, og hóast fleiri flokkar eru raðfestir á námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, so røkka vit framvegis ikki málinum.

 

– Ásannandi hesa avbjóðing fór Tórshavnar kommuna tískil undir eina meritútbúgving í Danmark í februar í ár, har starvfólk innan dagstovnaøkið kunnu fara til Danmarkar at fáa eina meritútbúgving, sum er, at tær royndir, tú hevði gjørt tær á dagstovnaøkinum, kundu teljast við í tína útbúgving, sigur hon.

 

– Talan er um eina sokallaða professiónsbachelor, ið telur 160 ECTS stig og tekur 3,5 ár, ella 7 semestur. Ímeðan tú lesur skalt tú 2 ferðir í starvsvenjing hvørt semestur og fært løn, meðan tú tekur útbúgvingina, tó ikki meðan tú ert í skúla. Tú kanst taka útbúgvingina á netinum, og skalt bert til Danmarkar í eina viku í byrjanini og í endanum av einum semestri, vísir Annika Olsen á.

 

Tað vóru 21 persónar, sum byrjaðu at taka hesa útbúgving í februar í ár, og væntandi verða tað 25 persónar, ið verða tiknir upp komandi ár.

 

– Sum samfelag eiga vit tó at skipa okkara útbúgvingar soleiðis, at vit í størsta mun kunnu taka hesar útbúgvingar í Føroyum, heldur enn at verða noydd at senda fólk av landinum. Hesa meritútbúgving/profesissiónsbachelor hevði verið upplagt, at vit kundu skipa í Føroyum og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, sigur Annika Olsen.