Eisini Landsverk er nú rakt av koronu. Sigurd Lamhauge, stjórin á Landsverki, sigur, at fyribils vita tey um seks starvsfólk á skrivstovuni, sum eru smittað, men enn eru ikki øll úrslitini greið.
Landsverk er í ferð við at fáa greiði á, hvørki tey hava verið í samband við, og hann tekur so neyðug stig til at seta tey í sóttarhald, sum tað er neyðugt at seta í sóttarhald.
Men stjórin sigur, at øll leiðslan, sum telur fýra fólk, er eisini farin í sóttarhald. Hann sigur, at beinanvegin, hann fekk at vita, at starvsfólk á stovninum varð smittað, gav hann boð um, at øll á høvuðsskrivstovuni skuldu lata seg kannað tvær ferðir, áðrenn tey møttu aftur á skrivstovuni.
Men hann sigur, at arbeiðið er at kalla ikki darvað av hesum, tí tey arbeiða heimanífrá.
Landsverk hevur fólk um alt landið, og fólk aðrastaðni, enn í Havn, eru eisini kannað, og øll skulu kannast. Men tey, sum arbeiða úti í frískari luft, og har tey ikki arbeiða tætt saman, eru ikki í líka stórum vanda fyri at verða smittað, ella at bera smittuna víðari, sum tey, ið arbeiða á skrivstovuni.
Hann sigur, at tey tiltøk, sum verða sett í verk, eru í samráð við koronuráðgevingina.