Aftur í morgun er long røða av bilum uttan fyri Landssjúkrahúsið við fólki, sum skulu kannast fyri koronu. Í løtuni er bíðirøðin heilt niðan til Marknagilsvegin. Men løgreglan sigur, at tað eru eisini nakrir bilførarar, sum eru vilstir upp í bíðiraðið av óvart.
– Tað eru nakrir bilførarar, sum standa í bíðiraðnum, uttan at tey ætla at lata seg kanna fyri koronu. Tað eru bilførarar, bæði føroyingar og útlendingar, sum ikki vita, hvat hetta er fyri ein bíðirøð og summi halda, at eitt óhapp, ella ein vanlukka, er hend longur frammi og tað er tí at bilarnir standa og bíða.
Men talan er altso um eina bíðirøð av bilførarum, sum skulu kannast fyri koronu, og tey, sum standa har av óvart, kunnu ekkaleys fara úr bíðiraðnum og fara víðari.