Tað hevur verið steindeytt í býnum alt hetta vikuskiftið. Løgregan sigur, at hvørki leygarnáttina, ella í nátt, hevur nakað av fólki verið í býnum og tey skeinkistøð, sum hava verið opin, lótu aftur um midnáttina, ella stut aftan á. Tað hevur eisini verið púra friðarligt, so løgreglan hevur at kalla einki havt at gera av slíkum, sum vanliga plaga at hoyra náttarlívinum til.
Í kjalarvørrinum á, at korona er farið at gera um seg aftur, hava myndugleikarnir heitt á fólk um at avlýsa stevnur, veitslur, og tiltøk annars, har nógv fólk samlast, bæði almenn og privat tiltøk. Tað gjørdu myndugleikarnir tí at tað er ikki tamarhald á smittuni í løtuni.
Sum heild hava myndugleikarnir tískil mælt fólki frá at fara í býin hesa næstu vikuna og løgreglan sigur, at hesi tilmæli eru hildin rættiliga væl. Øll tey stóru tiltøkini, norðoyastevnan í Klaksvík, og mentanarnáttin í Havn vórðu avlyst og tað vóru størri, privatar veitslur, eisini. Fleiri skeinkistøð avtalaðu a lata aftur um midnáttarleitið – men nøkur gjørdu eisini av ikki at hava opið yvirhøvur.
Og løgreglan sigur, at alt tað sást aftur í náttarlívinum, tí tað hevur verið ógvuliga lítið av fólki at sæð úti.