Pressan bíðar á forsetaslottið Dolmabahce í Istanbul, har tað ljóðar, at fundurin verður. - Mynd: Murad Sezer/Reuters

Stór ørkymlan um fundin millum Ukraina og Russland í Istanbul

Tann dagin, sum fundur skal vera millum Ukraina og Russland, er framvegis ógreitt, nær fundurin byrjar.

Pressan bíðar á forsetaslottið Dolmabahce í Istanbul, har tað ljóðar, at fundurin verður. - Mynd: Murad Sezer/Reuters

Fyrsti beinleiðis fundurin millum Ukraina og Russland síðani kríggið byrjaði skuldi eftir ætlan vera í dag.

Men út á dagin eru útlitini vorðin nakað ógreið. Bæði í mun til hvør luttekur, og nær fundurin verður.

Síðani í morgun hava mótstríðandi fráboðanir verið frá ymsu pørtunum um, nær fundurin kanska byrjar.

Forsetin í Ukraina er komin til Ankara í dag at hitta turkiska forsetan, Erdogan.

Zelensky hevur fleiri ferðir sagt, at hann er til reiðar at hitta Putin í Istanbul, men um middagsleitið staðfesti Kreml endaliga, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki kemur á fundin í Istanbul.

At  Putin møguliga fór at vera á fundinum, hevur verið ein av stóru spurningunum í sambandi við fundin - sjálvt um vónirnar um, at tað veruliga fór at henda, vóru lítlar.

Russiska sendinevndin í Istanbul er í staðin stýrd av ráðgevanum hjá Putin, Vladimir Medinsky, men hvørki Putin sjálvur ella uttanríkisráðharri hansara, Sergej Lavrov, hava boðað frá, at teir eru komnir á fundin.

Hetta hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur latið upp fyri at ferðast til Istanbul í dag, um "framgongd er í samráðingunum".

Samstundis hevur Trump áður sagt, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, fer at luttaka á fundunum.

Tá Zelenskyj kom á flogvøllin í Turkalandi, segði hann russisku sendinevndina, sum Putin sendi til Istanbul, vera smábytta framman fyri teimum journalistunum, sum vóru til staðar.

Hetta veit AFP at siga.

Umvent svaraðu russar skjótt aftur.

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið, kallaði Zelensky vera "patetiskan" og "ein klovn" fyri at royna at fáa Putin at møta, skrivar tíðindastovan.

Sambært AFP er nýggjasta frágreiðingin frá ukrainsku síðuni, at Zelensky bert fer at taka støðu til víðari gongdina og tíðarsjónarringin eftir fundin við Erdogan.

Samstundis hevur Kreml sett spurnartekin við, um ukrainarar ætla at luttaka á fundinum í Istanbul.

- Vit vita ikki, um ukrainar møta upp ella ikki, ella hvussu fundirnir fara at ganga. Russiska sendinevndin er til reiðar og bíðar í Istanbul, sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sambært AFP.

 

/Ritzau/

 

 

 

Pressan bíðar á forsetaslottið Dolmabahce í Istanbul, har tað ljóðar, at fundurin verður. - Mynd: Murad Sezer/Reuters