Grønlendska landsstýrið hevur gjørt av at søkja um, at Grønland í egnum navni gerst sokallaður atknýttur limur í matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum hjá ST, FAO.
Tað skrivar grønlendska landsstýrið í tíðindaskrivi.
Grønland ynskir at gerast limur í felagsskapinum fyri at kunna luttaka í nevndum innan økið.
Á henda hátt kann landið vera við til at "ávirka, menna og orða" heimspolitikk og leiðreglur, stendur í fráboðanini.
Føroyar eru tilknýttur limur í FAO í egnum navni.
Ein samstarvslimaskapur merkir, at ein limur hevur eitt leysari tilknýti til ein felagsskap - møguliga við avmarkaðum rættindum.
Sambært grønlendsku stjórnini fer arbeiðið við nøkrum av teimum reglum, sum landið tekur inn í sína egnu lóggávu, byrjað á alheims støði í nevndunum.
Haðani heldur arbeiðið fram á økis- og seinni landsstigi. Sum nú er, er Grønland bert tikið við á økisstigi.
Ein samstarvslimaskapur í FAO kann eisini vera "viðkomandi" í mun til til dømis rávøruveiting og matvørutrygd, skrivar landsstýrið.
Eins og á fiskivinnuøkinum hevur FAO eisini ávirkan á arbeiðið hjá øðrum økisfelagsskapum so sum Arktiska Ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Limaskapurin verður í tráð við uttanríkispolitisku strategiina hjá Grønlandi fyri 2024-2033.
Har stendur, at Grønland áhaldandi fer at meta um altjóða síðuna av sínum ábyrgdarøkjum og tryggja umboðan altjóða.
ST-felagsskapurin varð stovnaður í 1945 við Danmark sum stovnandi limi.
Tað virkar sum eitt neutralt forum fyri 194 limalond, tveir samstarvslimir og ein limafelagsskap, ES.
Partarnir hittast at samráðast um avtalur og umrøða politikk. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í høvuðsstaðnum í Italia, Róm, og er til staðar í yvir 130 londum.
Arbeiðið hjá FAO snýr seg serliga um at basa hungri.
/Ritzau/