Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo vunnu ein flottan sigur í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í dag.
Follo vann á heimavølli 31-26 á Sandefjord TIF, ið er næstfremst í deildini.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Í seinna hálvleiki vóru Teis og liðfelagarnir greitt omaná, og teir vunnu seinna hálvleik 19-14, og harvið dystin 31-26.
Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger vunnu stórsigur 37-18 á Nordstrand á heimavølli. Í steðginum var Ryger á odda 16-10.
Tróndur gjørdist toppskjútti hjá Ryger við sjey málum. Julian skoraði tvey mál fyri Ryger í dag.
Follo er fjórðfremst í deildini við 23 stigum. Fimm stig eru upp til Sandefjord á øðrum plássinum. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina við lokið kappingarár.
Ryger er nummar fimm í deildini við 22 stigum.