Fyri einari løtu síðani fór streymurin í meginøkinum.
SEV hevur funnið útav, hvør orsøkin er.
– Ein feilur er staðfestur á koblingsstøðini í Skálabotni. Arbeitt verður við at starta uppaftur, siga tey úr SEV.
Tað kann sambært SEV taka millum 1-2 tímar at fáa alt upp at koyra aftur.
Streymurin er farin fleiri staðni – eitt nú Havn, Klaksvík, Gøtu, Fuglafirði og Leirvík.
Í hesum sambandi eru tað summi, ið hava boðað frá á Facebook, at stongt er í løtuni – altso handlar og tænastur.