Suðuroyartunnilin: Heimsins dýrasta verkætlan

Eg havi roynt at funnið eitt dýrari projekt á heimsplan enn Suðuroyartunnilin, tá talan er um infrastruktur. Enn havi eg onki projekt funnið, sum er dýrari per íbúgva.

Her eru trý dømi úr rúgvuni:

Big Dig í Boston, USA:

Hendan vegatunnilsverkætlanin kostaði yvir 21,5 milliardir USD, men við einum fólkatali í Massachusetts uppá yvir 6 milliónir, er kostnaðurin per íbúgva nógv lægri enn fyri Suðuroyartunnilin.

World Trade Center Transportation Hub í New York, USA:

Kostaði umleið 4 milliardir USD, og hóast hetta er ein av dýrustu jarnbanastøðum í heiminum, er kostnaðurin per íbúgva í New York nógv lægri enn fyri Suðuroyartunnilin.

HS2 í Bretlandi:

Hendan jarnbanaverkætlanin kostaði millum 111 og 121 milliardir USD, men við einum fólkatali í Bretlandi uppá yvir 66 milliónir, er kostnaðurin per íbúgva nógv lægri enn fyri Suðuroyartunnilin.

Um vit siga, at tunnilin kostar 4.4 milliardir, so er hann:

- 3,3 ferðir dýrari enn Big Dig í Boston.

- 7 ferðir dýrari enn HS2 í Bretlandi.

- 24 ferðir dýrari enn World Trade Center Transportation Hub í New York.

Og siga vit, at tunnilin kostar 6 milliardir, er hann:

- 4,5 ferðir dýrari enn Big Dig í Boston per íbúgva

- 9,6 ferðir dýrari enn HS2 í Bretlandi per íbúgva

- 32 ferðir dýrari enn World Trade Center Transportation Hub í New York per íbúgva

 

Hetta er ikki bara ein dýr verkætlan. Hetta er tann dýrasta í heiminum í mun til fólkatalið, ið skal rinda prísin.