Sunnudagin tapti 07 Vestur 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Í dag vóru vágamenn í Trongisvági, og leingi sá tað gott út. 07 Vestur legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við máli, sum Edvin Jakobsen eftir upplegg frá Janus Svabo Samuelsen skoraði.
Og 07 Vestur var allan fyrra hálvleik leikliga greitt omaná, meðan heimaliðið hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman. 07 Vestur pressaði bólthaldaran væl, og tá ið tað aftur og aftur eydnaðist at steðga uppspælinum hjá TB bar tað fleiri spentar støður við sær í TB brotsteiginum.
Nú er 07 Vestur á veg til hús við tungum tapi, og stigatalvan sigur eitt stig. Vágamenn hava alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki gagnnýttu fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki.
Hóast greiða 07 Vestur yvirvág í fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað TB at javna, tá ið 35 minuttir vóru farnir. Eftir langt innkast úr høgru og eitt sindur av aftur og fram var tað Mohamed Samba, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
Eftir steðgin var spælbýtið javnari, og 18 minuttir undan leikloki eydnaðist tað TB at skora sigursmálið. Málskjútti var Tummas Pauli Christiansson, sum 17. mai verður 19 ár og sum í dag var vongverji í vinstru. Hetta var fimti dystur hjá honum á besta liðnum, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í bestu deildini.
Eftir tap í grannauppgerðini ímóti FC Suðuroy, eftir stórtap á Skála í steypakappingini og eftir 5-1 tap á heimavølli ímóti NSÍ var talan um uppreisn hjá TB, sum leygarkvøldið í næstu viku fer at spæla á útivølli ímóti HB.
Hjá 07 Vestur er tapið í Trongisvági øgiligur smeitur. Bæði ímóti FC Suðuroy á heimavølli og aftur í dag vóru møguleikar at vinna. Heldur enn seks stig í hesum báðum dystunum so er úrtøkan 0 stig. 07 Vestur er aftast, og hjá Dan Brimsvík er talan um stóra uppgávu at fáa liðið at reisa seg, áðrenn B36 annað leygarkvøld verður gestur á Dungasandi.
TB – 07 Vestur 2-1 (1-1)
0-1: Edvin Jakobsen
1-1: Mohamed Samba
2-1: Tummas Pauli Christiansson
Dómari: Høgni Madsen
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson Thomsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndende Adama Guéye, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Páll Eirik Djurhuus, Samudeen Musah, Marley Blair – Aron Arnholdsson
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper Gedsted Hansen, Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Brage Prestmo Kvithyld – Jón í Horni Nielsen, Mikkel Elbæk Jakobsen – Teitur Olsen, Janus Svabo Samuelsen, Silas Gaard – Edvin Jakobsen