Súkklukontaktir við tunlarnar norður um Fjall

Tað kostar 70.000 krónur at seta upp súkklukontaktir í tunlunum norður um Fjall

 

Tað er løgtingsmaðurin, Eirikur í Jákupsstovu, sum vil hava landsstýrismannin við samferðslumálum, Dennis Holm, at siga, hvat hann heldur um málið. Hann hevur tí sett honum ein soljóðandi grein 52a fyrispurning:

– Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær um at seta sonevndar súkklukontaktir upp við tunnilsmunnarnar í tunlunum norður um Fjall?

Í viðmerkingum til spurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu til ein fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen á sumri i fjør, har mett varð, at kostnaðurin fyri súkklukontaktir í tunlunum norð um Fjall er 70.000 kr. fyri hvønn tunnil.

– Meiningin við súkklukontaktum er, at fólk á súkklu skulu kunna trýsta á eina kontakt uttan fyri tunnilin, sum síðan ávarar bilferðsluna um, at súkklur eru í tunlinum.

Í nýggjari frágreiðing frá Landsverki er lagt upp til at betra um súkklumøguleikar í tunlum.

Samstundis er lagt upp til, at eru strekkini upp til umleið 5 kilometrar, so ber væl til at gera súkkluferðslu til ein fastan part av gerandislívinum hjá fólki.

##med2##

 

– Úr miðbýnum í Klaksvík til Árnafjarðar eru góðir 5 kilometrar, tá tunlarnir norður um Fjall eru gjørdir, harav einir 2 kilometrar verða innandura.

– Strekkið millum Árnafjørð og byrgingina um Hvannasund er somuleiðis umleið 5 kilometrar, harav góðir 2 kilometrar verða undir taki, tá tunnilin er liðugur.

– Av tí at tunlarnir norður um Fjall enn eru í gongd, og tað kann økja um trygdina og møguleikarnar hjá ábærari ferðslu í Norðoyggjum kann tykjast viðkomandi at umhugsa hesa skipan við súkklukontaktum í tunlunum norður um Fjall, heldur løgtingsmaðurin Eirikur í Jákupsstovu, sum tí hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningin.