Kommunan skyldar ikki eina krónu

- Nú hetta árið skjótt er hálvrunnið, fegnist eg um, at alt, sum kommunan skyldar, er goldið, og í staðin fyri at skylda nøkrum nakað, eiga vit nakrar krónur á bók, sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu.

 

 

Borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen, hevur sitið við stýrisvølin í kommununi í 12 ár, tá hetta árið er runnið. Hann sat eisini í bygdaráðnum í eitt skeið, áðrenn hann setti seg við borðendan.

 

Seinastu tvey kommunuvalini hevur bara ein listi verið til bygdaráðsvalið í kommununi, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður á valinum í november. 

Í dag fært tú heldur ikki borgarstjóran at siga, um hann fer at stilla uppaftur.

- Tað veit eg ikki at siga í løtuni, men eg veit, at eg brenni líka so nógv fyri hesum arbeiði í dag, sum eg gjørdi, tá eg varð valdur fyrstu ferð.

 

Eyðbjørn Thomsen vísir á, at tíðin í bygdaráðnum og tíðin sum borgarstjóri hevur verið ógvuliga gevandi, og hon hevur givið honum innlit í nógv ymisk kommunal viðurskifti.

 

- Eg havi sjálvsagt eisini hugsað tankan, hvussu tað hevði verið, um eg nú bara gavst og ikki lat meg stilla uppaftur, og eg ivist onga løtu í, at tað hevði verið eitt stórt tómrúm í byrjanini. 

Í samfull 24 ár hevur Eyðbjørn arbeitt á boripalli, og tað ger hann framvegis, men hann veit eisini, nær hann er burtur, og nær hann er heima.

- Jú, mær dámar væl bygdaráðsarbeiðið, og eg dugi eisini at hugsa mær, hvat Sumbiar kommuna eigur at leggja seg eftir í einum komandi skeiði.

Borgarstjórin vísir á, at í kommununi er dagrøktarskipan við nøkrum dagrøktarmammum.

- Hesar hava felagshøli í gamla fótbóltshúsinum á Krossinum í Sumba, og her er neyðugt við ábótum og møguliga útbyggingum. Spurningurin hevur eisini verið, um hølini kanska heldur skuldu verið niðri í bygdini, men sjálvur haldi eg, at góðir møguleikar eru at dagføra hølini á Krossinum. 

Hann sigur, at tíðin fer at vísa, hvussu hetta málið best verður loyst í sátt og semju í einum nýggjum bygdaráði. 

- Kommunan er helst ov lítil til ein stóran og dýran barnagarð, heldur borgarstjórin.

 

Umframt Sumba, fevnir kommunan eisini um Akraberg, Víkarbyrgi, Lopra og Akrar. Spæliplássiðí Lopra er gjørt liðugt, og talið av bátabrúgvum í bátahylinum í Lopra er tvífaldað.

Eyðbjørn Thomsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðan yvirtók kommunan bygdahúsið í Sumba, og bygdin fekk eisini nýtt spælipláss.

Tað var Arbeiðarafelagið Beinisvørð, sum átti húsið í Sumba, ið hevur virkað sum bygdahús. Í Lopra hevur kommunan eisini yvirtikið kappróðrarneystið. 

Sumbiar kommuna var millum tær fyrstu í landinum, sum framdu kravdu spillivatnsætlanina í verki, og vegirnir í bygdunum eru sum heild í góðum standi. 

- Vit hava faktiskt alt, sum ein kommuna skal hava av eitt nú bilum, maskinum og fólki til tær dagligu uppgávur, sum eru og koma, sigur hann.

 

Borgarstjórin dylur ikki fyri, at tað gongur rættiliga væl fíggjarliga í kommununi, og tá hetta árið er hálvrunnið, skyldar kommunan ikki eitt oyra, sum hann tekur til.

- Vit áttu okkara part í láninum av Hamragarði í Vági, og vit brúktu eisini nokso nógvar pengar upp á vatnið úr tunlinum.

Hann fegnast um, at alt, sum kommunan skyldar, er goldið, og í staðin fyri at skylda nøkrum nakað, eigur kommunan nøkrar krónur á bók.

- Jú, vit hava roynt at ansa væl eftir, hvussu vit hava brúkt pengarnar, og vit hava í stóran mun brúkt okkara egnu pengar heldur enn at taka lán, og síðan hava vit spart upp aftur, sum borgarstjórin tekur til.

Hann heldur fyri, at einaferð verður tað onkur annar, sum tekur yvir í kommununi. 

- Tá eiga hesi, sum tá skulu bera stafettina víðari, ikki bara sita og gjalda skuld, sum liggur eftir okkum undanfarnu. Jú, eg haldi, at vit hava roynt at rikið kommununa so skynsamiliga fíggjarliga, at vit í dag eru væl fyri í so máta, sigur Eyðbjørn Thomsen.