Svenskur flokkur vil aktivera NATO-grein 4

Svenski andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, vil hava stjórnina at aktivera grein 4 hjá NATO eftir kaðalbrot í Eystrasalti.

Finska løgreglan hevur illgruna um, at tangaskipið "Eagle S", sum hevði siglt úr Sankta Pætursborg í Russlandi, var orsøkin til skaða á fleiri kaðalar í Eystrasalti náttina til 25. desember. Svenski avnaðarflokkurin vil hava stjórnina at aktivera grein 4 hjá NATO, sum áleggur øllum limalondum at hjálpa hvør øðrum.

Tað segði talsmaðurin hjá verjuni, Peter Hultqvist, við svenska miðilin SVT.

– Ein hending fyri og onnur eftir hava verið í Eystrasalti. Hetta hybridvirksemi fer ikki at steðga, og tað er ikki nóg mikið hjá okkum at reagera uppá hvørja einstaka hending uttan at hyggja at støðuni sum heild, sigur hann.

Limalondini í verjusamgonguni kunnu vísa á greinina, um trygdin hjá londunum er hótt.

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, skrivar til SVT, at stjórnin fylgir gongdini í Eystrasalti og "útilokar ikki nakað".

/Ritzau/