Svøríki vann U18 EM í manshondbólti - Føroyar gjørdust nummar 15

Danmark vann silvur, og Ísland fekk eitt flott fjórða pláss í U18 EM-endaspælinum

Leygardagin tryggjaði føroyska U18-manslandsliðið sær fimtanda plássið í EM-endaspælinum í manshondbólti, ið var leikt í Montenegro.

 

Tað merkir, at Føroyar eisini koma at kappast í U19 HM-endaspælinum í Slovenia komandi summar. 

 

Ígjár var ein spennandi finala, og ein spennandi bronsudystur á skránni.

 

Svøríki vann U18 EM finaluna 37-36 á Danmark aftaná longda leiktíð. Tá vanliga leiktíðin var liðug stóð á jøvnum 29-29.

 

Tíverri glapp bronsan hjá Íslandi. Ungarn vann í bronsudystinum 36-34 á Íslandi. Tá vanliga leiktíðin var liðug stóð á jøvnum 32-32. 

 

Føroyar var í innleiðandi bólkinum saman við Íslandi. Okkara taptu 23-32 (9-15) fyri Íslandi. 

 

Týskland gjørdist nummar fimm, Serbia nummar seks og Noreg nummar sjey.