Tað er stórur prísmunur á koronumaskum

Ein púra tilvildarlig kanning hjá okkum vísir, at prísmunur er á koronumaskum upp á yvir 400 prosent

Seinastu dagarnar hava vit sæð alsamt fleiri fólk brúka maskur, ella ”munnbind”, sum onkur hevur týtt tað til á føroyskum.

Á middegi boðaði fútin frá, at farsóttarnevndin nú mælir til, at fólk brúka hesar maskur í almenna rúminum. Tí er sum vera man gravgangur eftir hesum maskum.

Sum fleiri fólk hava víst á, so er sera stórur prísmunur á hesum maskum, uttan at nakar kann tryggja, at góðskan fylgir prísinum.

Vit hava kannað nakrar tilvildarligar prísir, har munurin er upp í 400 prosent:

 

1

Veitsla.fo

6,0

kr/stk

2

Miklagarður:

7,5

kr/stk

3

Apotekið

7,5

kr/stk

4

Apotekið

9,0

kr/stk

5

Arctic Import

9,5

kr/stk

6

Loyndin Nethandil

10,0

kr/stk

7

Esla Tvøroyri og Sumba:

10,0

kr/stk

8

KBI

10,0

kr/stk

9

Kemilux

10,0

kr/stk

10

Smartverk

11,0

kr/stk

11

Smartverk

14,0

kr/stk

12

A4

18,0

kr/stk

13

Smartverk

20,0

kr/stk

14

Smartverk

20,0

kr/stk

15

Valdemar Lutzen

24,5

kr/stk

16

Valdemar Lutzen nýggj sending

15,0

kr/stk