- Tað er beklagiligt, at fakfeløgini eru ónøgd við avgerðina um at lækka ALS gjaldið.
Tað sigur Ingeborg Vinther, sum umboðar fakfeløgini í stýrinum fyri ALS.
Seint í gjárvøldið átalaðu arbeiðarafeløgini kring landið ALS stýrið fyri at lækka útgjaldið og tey halda, at stýrið við hesum hevur gjørt eitt vánaligt arbeiði.
- Arbeiðarafeløgini kunnu ikki góðtaka at ALS gjaldið lækkar og tað vita stýrislimirnir av, leggja tey afturat.
Ingeborg Vinther umboðar arbeiðarafeløgini í stýrinum fyri ALS og hon heldur, at tað er spell, at fakfeløgini eru ónøgd.
Men hon staðfestir, at høvdu fakfeløgini ikki umboð í stýrinum, kundi væl hent, at ALS- skipanin hevði verðið upp aftur meiri skerd.
- Tað er ein sannroynd, at umboðini fyri fakfeløgini hava steðgað ætlanum um at skerja skipanina enn meiri.
Ingeborg Vinther vísir á, at sjálvt við teimum skerjingum, sum nú verða gjørdar, verður kassin hjá ALS tómur um góð tvey ár.
- Tá vænti eg ikki, at fakfeløgini høvdu verið nøgd heldur.
- Tá høvdu tey eisini skuldsett okkum fyri ábyrgdarloysi. Men nú hava vit roynt at vísa ábyrgd, men nú er tað heldur ikki gott.
Ingeborg Vinther sigur, at fáa Arbeiðarafeløgini sín vilja, so at útgjaldið ikki lækkar, mugu tey eisini vera til reiðar at taka ábyrgdina av, at kassin verður tómur.
- Tá skulu hvørki eg ella stýrið hava skyldina fyri, at kassin er tómur, sigur Ingeborg Vinther.
- Og sum støðan er nú, eru als ongi útlit fyri, at arbeiðsloysið fer at minka í næstu framtíð.
Hon sigur, at hon hevur havt fundir við fakfeløgini og hevur greitt teimum frá støðuni.
- Men tað vísir seg, at sama, hvat verður gjørt, eru arbeiðarafeløgini ónøgd, staðfestir hon turrisliga.