Tey hava stórt rós uppiborið

- Landsstýrismaðurin hevur fult álit á Sjúkrahúsverkinum í sambandi við koronu og teimum avmarkingum, sum eru settar í verk fyri vitjandi

Kaj Leo Holm Johannesen, Landsstýrismaður í heilsumálum, hevur fult álit á framferðini hjá Sjúkrahúsverkið í sambandi koronu. Tað ger hann greitt, nú hann hevur svara nøkrum spurningum frá Bill Justinussen, tingmanni fyri Miðflokkin. Landsstýrismaðurin leggur afturat, at eftir hansara tykki hevur sjúkrahúsverkið klárað tað sera væl og hann heldur, at tey hava stórt rós uppiborið fyri mátan, tey hava arbeitt upp á.

 

Tá ið Bill Justinussen bað landsstýrismannin greiða frá støðuni, er tað tí at hann heldur ikki, at Sjúkrahúsverkið ber seg rætt at. Eitt nú minti hann á, at tað hevur alla tíðina verið politikkurin hjá samgonguni, at ikki skal gerast munur á teinum, sum eru koppsett, og teimum, sum ikki eru koppsett í landi okkara. Men kortini boðaði Sjúkrahúsverkið frá tann 13. juli, at fólk, sum eru koppsett, kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Bill Justinussen heldur, at hetta er at gera  álvarsligan mun á borgarum í Føroyum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at nú smittutalið er minkað munandi, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum hjá fólki, sum ikki eru koppsett. Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av, at sjúklingatrygdin er í lagi, soleiðis at allir sjúklingar á sjúkrahúsunum kunnu føla seg tryggar, sigur hann.

 

Hann sigur, at síðani korona fór at ganga, hevur leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið alla tíðina lagað umstøðurnar til, alt eftir hvussu stórur smittuvandin og tað er fyri at verja sjúklingarnar, at tað hevur verið gjørt.

 

Tá smittutalið øktist ógvusliga herfyri, gjørdust fólk í iva um hvørjar reglur vóru galdandi fyri vitjan, tí Sjúkrahúsverkið hevur áður latið aftur fyri øllum vitjandi, sigur landsstýrismaðurin.

 

Men hann sigur, at av tí at tey, sum eru koppsett ikki eru at meta sum smittuberarar, varð boðað frá, at tey framvegis kundu vitja á sjúkrahúsunum. Men vóru tað umstøður, sum talaðu fyri at fólk, sum ikki vóru koppsett, sluppu at vitja, varð mett um støðuna hvørjum einstøkum føri.

 

– Onki krav hevur verið um, at koppsett skuldu hava negativa koronukanning fyri at vitja á sjúkrahúsunum, burtursæð frá teimum, sum koma heim úr útlondum og tey verða øll kannað tá ið tey koma til Føroya, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann leggur afturat, at tó varð mett, at Delta-varianturin smittar so illa, at hóast kanningin við markið vísti, at fólk vóru frísk, kundi ein vitjandi, sum ikki var koppsettur, kanska økja um vandan fyri at bera smittu við inn á sjúkrahúsið. Eitt nú hevur ikki verið óvanligt at fólk, sum eru kannað negativ ein dag, eru kannað positiv fáa dagar seinni, sigur hann.

 

Hann staðfestir, at tað er leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, sum ger av, hvussu umstøðurnar á sjúkrahúsunum verða lagaðar til, alt eftir hvussu stórur smittuvandin er, og tað er gjørt fyri at verja sjúklingarnar.

 

Hann ger eisini greitt, at hann hevur fult álit á leiðsluni á Sjúkrahúsverkinum og hann fer ikki at leggja seg út í, hvussu tey arbeiða í sambandi við koronu.