Nú eru allar kanningar, sum vórðu gjørdar leygardagin 8. august og sunnudagin 9. august, liðugt greinaðar.
Tað boðaði heilsumálaráðið frá fyri løtu síðani.
Millum kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin, vóru 7 tilburðir staðfestir. Millum tær 2269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin, eru nú í alt 10 tilburðir staðfestir.
Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er longu ein tilburður staðfestur. Enn hevur Landslæknin ikki endaliga yvirlitið yvir, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár, men talið av kanningum liggur í øllum førum omanfyri 1000.
Sostatt eru 99 persónar staðfestir smittaðir í løtuni.
– Heitt verður á tey kannaðu um at vísa serligt varsemi, til endaliga kanningarúrslitið er tøkt, sigur heilsumálaráðið.