Team Klaksvík mátti lúta fyri VÍF

Team Klaksvík er tvey stig aftanfyri StÍF og Neistan undan seinasta umfarinum í grundspælinum

Tað er framvegis háspenningur í Burn mansdeildini um hvat liðið endar á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar, og hvørji lið enda á triðja og á fjórða plássinum, ið gevur heimavøll í FM-fjórðingsfinalunum.

 

Í kapprenningini við StÍF og Neistan at enda á fjórða plássinum var Team Klaksvík fyri einum afturstigi ígjár.

 

Klaksvíkingar taptu á heimavølli 31-35 fyri greiða oddaliðnum, VÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-12.

 

Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur. 

 

Sunnudagin klokkan 16 vera seinastu dystirnir leiktir í grundspælinum. Teir eru H71-Neistin, KÍF-StÍF og Neistin-VÍF.

 

VÍF er greitt oddalið við 28 stigum, og hevur vunnið grundspælið. H71 er nummar tvey við 21 stigum, og KÍF er nummar trý við 20 stigum, StÍF er nummar fýra við 17 stigum, Neistin er nummar fimm, eisini við 17 stigum, Team Klaksvík er nummar seks við 16 stigum, og langt aftast er Kyndil við bert tveimum stigum.

 

Eftir tí sum frættist vera FM-fjórðingsfinalurnar leiktar skírisdag, men tað er ikki váttað enn.