Teir skilja ikki at fólk ræðast koppingarevnið fyri koronu

Landsapotekarin og landslæknin staðfesta, at eingin heilivágur er so væl kannaður, sum koppingarevnið fyri koronu

Tað gongur ikki akkurát sum ætlað við at koppseta fólk fyri koronu. Veruleikin er, at tað eru nøkur fólk, sum ikki vilja lata seg koppseta, tí tey tvíhalda um, at koppingarevnið er ikki nóg væl kannað og tí stúra tey fyri langtíðarárinum. Ein av teimum, sum hevur boðað frá, at hann ikki vildi lata seg koppseta av somu orsøk, er Jenis av Rana, landsstýrismaður, og lækni.

 

Men í eini fráboðan í morgun skjóta bæði landsapotekarin og landslæknin, hesa ræðsluna fyri koppingarevninum, niður. Teir báðir eru eru evsti heilivágsfakligi myndugleikin, og evsti læknafakligi myndugleikin í Føroyum.

 

– Ongantíð áður eru so nógvir upplýsingar fingnir til vega um eitt nýtt koppingarevni, ella ein nýggjan heilivág, sum tað er savnað saman um júst hesi koppingarevnini, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

 

Landsapotekarin vísir á, at meira enn 7,3 milliardir skamtar av koppingarevni eru lætnar fólki, síðan fyrstu koppingarevnini komu fram fyri umleið einum ári síðan, og tað verður fylgt óvanliga væl við, fyri at lofta møguligum hjáárinum.

 

Hann leggur eisini dent á, at bæði tann amerikanski heilivágsmyndugleikin, FDA og ES-heilivágsmyndugleikin, EMA, hava góðkent koppingrevnini. Bæði FDA og EMA hava ógvuliga strong krøv til skjalfestar royndir, áðrenn koppingarevnið verður tikið í brúk og tey hava strong krøv um, at hjáárin verða fráboðað aftaná.

 

– Eg kundi skilt, at onkur var ivasamur fyri einum ári síðan, tá ið alt hetta var spildurnýtt. Tá var koppingarevnið neyð-góðkent, tí at støðan í heiminum var so álvarslig. Síðan eru nøkur sløg av koppingarevni eisini farin av aftur marknaðinum, júst tí ivi var reistur um tey.

 

Á okkara leiðum verða í dag bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá FDA og EMA. Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum eru ongar fráboðanir um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini, ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur.

 

– Tí skilji eg heldur ikki, at nakar framvegis tvíheldur um,  at ov fáar kanningar og upplýsingar eru til skjals, sigur Hjalti Gunnarstein.

 

Lars Fodgaard Møller skilir heldur ikki ivan og mótstøðuna. Vit hava við eina hættisliga sjúku at gera, sum vit tíbetur hava fingið eitt vápn ímóti. Heimsheilsustovnurin WHO endurtekur hvønn dag síni tilmæli til øll heimsins fólk um at lata seg koppseta, og tað er væl og virðiliga prógvað allastaðni, at tey koppsettu er fleiri ferðir betri vard ímóti at verða smittað við koronu enn tey, ið ikki eru koppsett. Og tað er eisini væl og virðiliga prógvað, at tey, sum eru koppsett, eru eisini fleiri ferðir so væl vard ímóti at gerast hættisliga sjúk, ella at doyggja, skuldu tey kortini blivið smittað.

 

– Ongi álvarslig hjáárin eru av koppingarevninum, vit brúka, og tí eigur ongin at ivast í at lata seg koppseta, sigur landslæknin.