Terji á stórari konsertferð

Sølan hevur gingið væl í Havn og í Klaksvík. Í Suðuroy eru enn pláss eftir, eftir tí Terji veit frá undirtøkuni, nú hann við sera góðari manning fer á konsertferð kring landið.

Terji Rasmussen er ein av okkara kendastu tónleikarum og sangarum. Maðurin, ið hevur givið okkum nógvar sangir, ið eru fólkaogn, er í dag millum okkara fremstu troubadourar.

 

Í næstum fer Terji á konsertferð. Tann 24. mai spælir Terji við manning í SALT á Drelnesi, tann 30. mai er konsert í Varpinum í Klaksvík, og 7. juni í OY í Havn.

 

Terji fer á hesum konsertunum at tríva í rúgvuna av øllum tí góða, ið hann millum ár og dag hevur latið úr hondum.

 

- Hvør veit? Kanska er hetta, - fyribils í hvussu er, síðsti møguleiki at hoyra Terja Rasmussen, sigur Terji skemtiliga, og sipar til, at í september letur skeinskistað sítt í Nólsoy, Maggies, aftur, og Terji setur tá kós út í heim í húsbilinum, ið longu er keyptur.

 

- Hvussu longi eg verið burtur, veit eg ikki. Fyribils hugsi eg kanska at koma aftur til páskini 2026, men kanska fara vit so avtsað aftur, tað fáa vit at síggja, sigur Terji.

 

Tað hann veit, so hevur sølan av atgongumerkjum gingið sera væl í Klaksvík og í Havn, men hann heldur seg vita, at í Suðuroynni eru enn atgongumerkir eftir.

 

- Eg vóni suðuroyingar eisini eru áhugaðir, sigur Terji, ið hevur sera góða manning við sær á konsertferðini.

 

Umframt Terja sjálvan, so er Kim Hansen á tangentum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi, Jósva Debes á trummum, og sonur Terja, Fríði Nordenskjold Bjørgvin, á guitara.

 

Eins og við tónleikinum, so er heldur ikki ljóðið latið upp til hvønn sum helst, tí tað er garvaði ljóðmaðurin Jónas Bloch Danielsen, ið tekur sær av ljóðblandinum.

 

- Vit spæla sjálvandi alt tað kenda tilfarið, og okkurt nýtt er kanska eisini ímillum, sigur Terji Rasmussen.