Stjórin í Tesla, Elon Musk (vinstrumegin), hevur víst seg sum ein av størstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump – og tað hevur kostað fyritøku hansara dýrt higartil. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Tesla missir milliardir av minkandi sølu

Inntøkurnar hjá elbilaframleiðaranum Tesla í fyrsta ársfjórðingi vóru níggju prosent lægri í mun til sama tíðarskeið í 2024.

 

Stjórin í Tesla, Elon Musk (vinstrumegin), hevur víst seg sum ein av størstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump – og tað hevur kostað fyritøku hansara dýrt higartil. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Avbjóðingarnar hópa seg upp hjá Tesla, sum hevur havt eina afturgongd í inntøkunum, eftir at marknaðarparturin hjá elbilaframleiðaranum er fallin í Evropa.

Inntøkurnar hjá felagnum í fyrsta ársfjórðingi minkaðu við níggju prosentum í mun til sama ársfjórðing í 2024.

Tað sæst í ársfjórðingsfrágreiðingini hjá Tesla, sum varð almannakunngjørd í kvøld okkara tíð, eftir at partabrævamarknaðurin stongdi í USA.

Inntøkurnar eru 19,34 milliardir dollarar. Tað svarar til stívliga 125 milliardir danskar krónur.

Sambært MarketWire var væntanin, at inntøkurnar fóru at fara upp um 21 milliardir dollarar.

Bruttovinningurin endaði á 3,2 milliardum dollarum, sum svarar til eina minking uppá 15 prosent, tá samanborið verður við somu mánaðir í fjør.

Partabrøvini hjá Tesla hækkaðu í dag 4,6 prosent, men eru lækkað meira enn 40 prosent síðani ársskiftið.

Hóast tølini í fyrstani vóru skuffandi í roknskapinum, so hækka partabrøvini hjá Tesla nakað á amerikanska eftirmarknaðinum.

Talið av seldum bilum er minkað við 13 prosentum fyrsta ársfjórðing.

Sambært tíðindastovuni Reuters er hetta millum annað tengt at, at stjórin í Tesla, Elon Musk, hevur gjørt vart við seg á politiska pallinum.

Tøknimiljarderurin hevur víst seg sum ein av størstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump og stendur á odda fyri amerikanska ráðnu fyri stjórnareffektiviteti (DoGE).

Tað hevur til endamáls at seta í verk stórar niðurskurðir í sambandsríkinum USA.

Sølan av Tesla bilum í Danmark er minkað meira enn niður í helvt fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í 2024.

Í Føroyum er sølan minkað við 77 prosentum, úr 17 Teslabilum fyrsta ársfjórðing í fjør niður í 4 fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Sama gongdin sæst eisini í øðrum evropiskum londum, eitt nú Fraklandi, Svøríki og Hollandi.

Tesla skrivar í roknskapinum, at "skjótt mennandi handilspolitikkur" ávirkar veitingarketuna og kostnaðarbygnaðin hjá felagnum.

Hetta kann hava stóra ávirkan á eftirspurningin eftir vørunum hjá Tesla uppá stutta tíð, leggur felagið afturat.

Tesla hevur áður boðað frá, at felagið leveraði 336.681 bilar í fyrsta ársfjórðingi. Tað er undir væntanum hjá greinarum.

 

/Ritzau/

 

Stjórin í Tesla, Elon Musk (vinstrumegin), hevur víst seg sum ein av størstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump – og tað hevur kostað fyritøku hansara dýrt higartil. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters