Tey ið vilja broyta grundlógina vunnu í Japan

Fleiri japanskir flokkar, sum allir vilja broyta landsins grundlóg, fingu nóg mikið av atkvøðum til júst at gera tað

 

Forsætisráðharrin í Japan, Fumio Kishida (Mynd: Toru Hanai/AFP/Ritzau Scanpix)

Bara tveir dagar eftir drápið á fyrrverandi forsætisráðharran, Shino Abe, hava japanar givið flokki hansara eitt greitt mandat á tjóðartingsvali.

Flokkurin hjá Abe, Liberali Demokratiski Flokkurin LDP, hevur saman við stjórnarfelaga sínum, Komeito, vunnið minst 75 av teimum 125 limunum, sum skuldu veljast í gjár.

Tað vísar fyribils úrslit sambært japansku tíðindastovuni Kyodo.

Teir bæaðir flokkarnir hava saman við tveimum andstøðuflokkurin og fleiri leysgangarum, sum allir ynskja at broyta japansku grundlógina fingið minst 170 sessir. Tað er eit sindur meira enn teir 166, sum eru neyðugir fyri at gera broytingar í grundlógini í Japan.

Sambært japanska blaðnum Ashi er grundlógin ikki broytt síðan í tíðini eftir seinna heimsbardaga.

Tað er ein serlig áseting í grundlógini, sum er til viðgerðar. Tað er hon sum sigur, at Japan er ein pasifistisk tjóð, sum ikki kann loysa stríð við at fara í kríggj.

Tað mekrir, at tað tekniskt sær er ólógligt hjá Japan at hava ein her.

 

##med2##

Kjakið í Japan er sambært Asahi millum annað um, hvørt hetta skuldi verið strikað úr grundlógini, at Japan ikki má hava hermenn á landi, til havs ella í luftini.

Men sambært blaðnum vil stjórnarflokkurin LDP og flokkurin Nippon Ishin bara eina minni broyting, sum ger greitt, at heimaverjan hjá Japan ikki er í st´riðv ið landsins grundlóg.

Tað var í gjár, at japanar vóru á vali. Bara tveir dagar frammanundan, fríggjadagin, varð landsins undanfarni forsætisráðharri, Shinzo Abe, skotin í bringuna, tá hann førdi valstríð fyri LDP. Hann var stutt eftir staðfestur deyður á sjúkrahúsi.

 

##med3##

Landsins núverandi forsætisráðharri, Fumio Kishida, kallar álopið eitt álop á fólkaræðið.

– Valið, sum er grundarsteinurin undir fólkaræðinum, var hótt av harðskapi, og tað eftir stóran týdning, at valið varð hildið. Eg fari at halda fram við at stríðast fyri at verja fólkaræði, sigur hann.

LPD fekk stórsigur á valinum, har flokkurin vann minst 63 av teimum 125 sessunum, sum stóðu fyri vali í yvirhúsinum í tjóðartinginum. 

/ritzau/

 

Forsætisráðharrin í Japan, Fumio Kishida (Mynd: Toru Hanai/AFP/Ritzau Scanpix)

Atkøvðurnar verða taldar upp. - Foto: Kazuhiro Nogi/Ritzau Scanpix