Av tí at 18 fólk fingu boð um, at tey ikki høvdu koronu, hóast tey høvdu koronu, hevur Sjúkrahúsverkið boðað Thetis frá, at tey ikki longur sleppa at greina kanningar fyri koronu.
Tað var gjáramorgunin, at Thetis sendi ein skeivan lista í skipanina hjá Landssjúkrahúsinum. Har fingu 18 fólk, sum vóru smittað, boð um, at tey ikki vóru smittað.
Tað segði Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsinum, við Deg og Viku í kvøld.
Sjúkrahúsverkið hevur givið kanningarstovuni boð um at rætta mannagongdirnar, at og sjúkrahúsverkið ikki fer at brúka Thetis aftur, fyrr enn hesar mannagongdir eru rættaðar og tey kenna seg trygg við tað.
Sjúkrahúsverið hevur higartil brúkt tveir veitarar í Føroyum til hesar greiningar, Thetis og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.