Danski Thomas Frank hevur gjørt tað framúr við lítla felagnum, Brentford í Premier League. Hetta hevur ført til, at størri og søguríkari feløg hava verið úti eftir danska venjaranum, og nú er Thomas Frank settur í starv sum høvuðsvenjari hjá Tottenham Hotspurs.
Thomas Frank fer úr Brentford til Tottenham fyri ein kostnað, ið er 10 miljónir pund. Tað svarar til 87,65 miljónir í okkara peningi.
Danska heimasíðan, Campo hevur gjørt eitt yvirlit yvir 15 teir dýrastu venjarararnar í søguni. Upphæddirnar eru í bretskum pundum:
15. Maurizio Sarri, Napoli til Chelsea, 5 miljónir pund
14. Ronald Koeman, Southampton til Everton, 5 miljónir pund
13. Brendan Rodgers, Swansea til Liverpool, 5 miljónir pund
12. José Mourinho, Porto til Chelsea, 5,2 miljónir pund
11. José Mourinho, Inter til Real Madrid, 6,9 miljónir pund
10. Ruben Amorim, Braga til Sporting, 8,6 miljónir pund
9. Brendan Rodgers, Celtic til Leicester, 8,8 miljónir pund
8. Ruben Amorim, Sporting til Manchester United, 9,2 miljónir pund
7. Arne Slot, Feyenoord til Liverpool, 9,4 miljónir pund
6. Enzo Maresca, Leicester til Chelsea, 10 miljónir pund
5. Thomas Frank, Brentford til Tottenham, 10 miljónir pund
4. Vincent Komany, Burnley til Bayern München, 10,2 miljónir pund
3. Andre Villas-Boas, Porto til Chelsea, 13,3 miljónir pund
2. Graham Potter, Brighton til Chelsea, 21,5 miljónir pund
1. Julian Nagelsmann, Leipzig til Bayern München, 21,7 miljónir pund
Kelda: Campo