Ellisakfarið: Bedford lastbilur frá 1951

Valdimar Valdimarsson á Signabø og Stig Hansen á Argj­um eiga ein Bedford MLT lastbil frá 1951. Bil­ur­in hevur verið í Føroyum síðan 2007

Fyrsti føroyski eigarin av bilinum var Sigmund Han-sen í Kollafirði. Sigmund hevði Bedford lastbilin hjá pápa sín-um, Tórur Hansen í Leynum, í huga, tá hann fór at leita sær á net-i-num eftir einum sama slag bili.

 

Søgan um bilin hjá Tóri Hansen er tann, at tað var Sig-mund Jacobsen í Leynum, ið keypti bilin sum nýggjan í 1948. Hann hevði tá nummarplátuna 266 (við eini hond framman fyri numm-ari-num). Eftir at Sigmund doyði av vanlukku í 1953, koyrdi Tórur Hansen bilin, sum í 1954 bleiv skrásettur í han-sara navni við nummarplátuni Fø 404.

 

Sigmund Hansen fann bilin, sum hann leitaði eftir á eini norsk-ari heimasíðu. Talan var um ein Bedford MLT frá 1951. Bil-ur-in fór úr Oslo til Frederikshavn í Norðurjútlandi. Haðani til Hants-holm og heim við Norrønu og var her 21. mai 2007.

 

Bilurin stóð í garasjuni í eina tíð. Setrini vórðu send til ein polstr-ara á Skála, sum polstraði tey av nýggjum. Tá bil-ur-in var klárur, fekk hann nummarplátuna Fø 404 eins og bil-ur-in hjá pápanum.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##