Tikin fyri at smugla rúsevni innvortis

Ein maður var tikin á flogvølllinum í gjár fyri at smugla rúsevni innvortis

Klokkan 14.30 í gjár var ein maður tikin av tollarum á flogvøllinum fyri at smugla rúsevni innvortis. Hann er enn í varðhaldi á politistøðini, har tey bíða eftir, at rúsevnini á nátúrligan hátt koma úr manninum aftur.

Men løgreglan veit, at hann hevur eina minni mongd av rúsevnum í sær, tí tá so er, so verður altíð farið í skannaran á Landssjúkrahúsinum, og har hava lækna staðfest, hvussu nógv fremmand likam eru í maganum, og á leið hvussu stórar nøgdir talan er um. 

Men maðurin hevur ikki verið á wc, og tí verður bíðað. Men løgreglan hevur bara 24 tímar, tí longri kunnu tey ikki afturhalda fólki. So hevur maðurin ikki verið á wc fyri ta tíð, so má hann setast fyri ein dómara, sum síðani kann varðhaldsfongsla mannin.