Korona og sóttarhaldsreglur gera tað nú trupult hjá Strandfersluni at halda tørn.
Strandferðslan hevur staðfest fleiri nýggjar koronatilburðir millum manningar, eins og fleiri starvsfólk eru farin í sóttarhald.
Arbeitt verður tí í løtuni við at gera skerjingar í ferðaætlanini á oyggjaleiðum, skrivar ssl.fo.
Um talið av smittutilburðum ella sóttarhaldsraktum heldur fram við at vaksa, verða hesar settar í verk frá mikudegnum 12. januar 2022. Um neyðugt, vera eisini tillagingar gjørdar á bygdaleiðum.
Strandferðslan kunnar nærri um hetta í seinasta lagi á middegi, týsdagin 11. januar, boðar Strandferðslan frá.