Útilokaðu korona hóast vanligt sjúkueyðkenni

– Tá vit fingu uppkallið frá trolaranum, vóru boðini øgiliga greið, og sagt varð, at talan var um ein lungasjúkling, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkhúsi

 

Nýggjasti koronasjúklingurin í Føroyum kom inn á Klaksvíkar sjúkhús í gjár klokkan 14:05. Tá roknaði mann ikki við, at talan var um covid-19, hóast hann hevði eitt vanligt koronasjúkueyðkenni - nevniliga niðursettan lungakapacitet.

Ein tíma seinni velur mann at broyta mannagongd og taka hædd fyri, um tað kann vera korona. Røntgenmyndirnar vístu hvít lungir, sum kann vera eitt tekin uppá korona, fortelur stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Spurningurin er so, hví mann ikki tekur hædd fyri øllum vandum og møguleikum í hesum korona-tíðum.

– Tá vit fingu uppkallið frá trolaranum, vóru boðini øgiliga greið, og sagt varð, at talan var um ein lungasjúkling. Tað hava vit so tikið støði í, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkhúsi.

Sjómaðurin fekk samband við tvey starvsfólk, og hesi eru so sett í sóttarhald nú. 

Portørarnir vóru fyrstir á staðnum, og teir høvdu munnbind og handskar, og tað fekk sjúklingurn eisini, sum skilst. So her bleiv hædd tikin fyri covid-19, sjálvt um mann ikki roknaði við, at sjúklingurin var smittaður.

Persónurin var síðani koyrdur inn á eina isoloatiónsstovu, har hann lá avbyrgdur. Viðkomandi er nú koyrdur úr Klaksvíkar Sjúkhúsi til Landssjúkrahúsið, har koronadeild er til sama endamál. Hann bleiv koyrdur við einum bili hjá Norðyar Bjargingarfelag, sum er ein serstakur bilur, ið verður brúktur til koronasjúklingar.

Hvussu fara tit at gera næstu ferð, onkur ringir við lungatrupulleikum - fara tit so eisini at útiloka covid-19 beinanvegin?

– Vit hava greiðar mannagongdir, men eg hugsi, at vit fara at gera eina eftirmeting av hesari støðuni, sum vit kunnu brúka til næstu ferð, vit koma út fyri líknandi støðu, sigur Alexandra á Dul.