Í gjár vórðu 291 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum, fingu 156 fólk ta fyrru sproytuna og 135 fólk fingu ta se innu sproytuna.
Seinnapartin gjár var annars støkk inn koppseting í Runavík Tað var í Skótahúsinum, har eitt lið av heilsustarvsfólki var til staðar og har bar tað til hjá fólki koma og verða koppsett, uttan at biðja um tíð frammanundan.
Sjúkrahúsverkið sigur, at tilsamans vóru tað 158 fólk, sum nýttu høvið at støkka inn at verða koppsett. Av teimum fingu 113 fólk ta fyrru sproytuna og 45 fólk fingu ta seinnu – og tað eru tey væl nøgd við.
Hetta er aðru ferð, at tey royna hetta, at fara út um landið at koppseta fólk. Herfyri vóru tey eisini í Vágum og tá møttu 161 fólk upp at verða koppsett.
Men annars hevur eitt lið av heilsustarvsfólki eisini verið á rundferð á útoyggjunum at koppseta fólk og á teirri ferðini vórðu 23 fólk koppsett.
Endamálið við hesum er at gera tað høgligari at verða koppsett, tí tá ið tey hava tosað við fólk, hoyra tey ofta, at fólk eru ikki koppsett, tí tey ikki hava fingið upp í lag at fara á eitt sjúkrahús at verða koppsett – og hjá summum er tað eisini so óhøgligt at fara, at tey hætta sær ikki í holt við tað.
Nú eru tilsamans 70.399 sproytur givnar í Føroyum fyri koronu. Av teimum hava 36.511 fólk fingið ta fyrru sproytuna og tað eru 68,4 prosent av fólkinum, og 33.888 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett, tað eru 63,5 prosent av fólkinum.
Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark hava 74,8 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytina og stívliga 69,4 proent hava eisini fingið ta seinnu sproytuna og eru liðugt koppsett, so danir eru komnir nakað longri við koppsetingini enn vit eru Føroyum.