Tjóðartingið hevur góðkent nýggjan forsætisráðharra

Andstøðuflokkurin í Suður Korea, People Power Party, hevur sett spurnartekin við útnevningina av Kim Min-Seok

Tjóðartingið í Suður Korea hevur í dag góðkent nýggja forsætisráðharra landsins, Kim Min-Seok.

 

Tað veit Reuters at siga í morgun.

 

Kim Min-Seok varð skotin upp av forseta landsins, Lee Jae-Myung, sum vann forsetavalið í landinum hin 3. juni.

 

Forsetin fekk stuðul úr størsta flokkinum, Demokratiska flokkinum, sum hevur meiriluta í tjóðartingnum.

 

Andstøðuflokkurin, People Power Party, hevur sett spurnartekin við útnevningina av Kim Min-Seok.

 

Suðurkoreanska ávísin, Chosun, sigur orsøkin til ivan hjá andstøðuflokkinum vera fíggjarligu viðurskiftini hjá nývalda forsætisráðharranum.

 

Tað er bara forsætisráðharraposturin, sum krevur góðkenning av tjóðartinginum í Suður Korea.

 

Kim Min-Seok fekk 173 atkvøður fyri sær sum forsætisráðharri, tríggjar vóru ímóti, og tríggjar vóru ógyldugar.

 

Samlaða talið av tjóðartingslmum í Suður Korea er 179.