Nú er "Jesus" dømdur í 12 ára fongsul

Sibiriski sektleiðarin segði seg vera hin upprisnað Jesus og lokkaði túsundtals fylgjarar til fjarskotin øki í Sibiria

 

 

Tá Verdens Gang vitjaði "Jesus" í Sibiria í 2013, greiddi hann frá, hvussu hann hevði fingið fólk í túsundatali at flyta til sín langt inni í skógini.

 

Navnið á sektleiðaranum er Sergei Torop, og nú hevur ein dómstólur í Novosibirsk dømt hann í 12 ára fongsul fyri at hava givið fleiri av fylgjarum sínum sálarlig og likamlig mein.

 

Hetta skrivar The Moscow Times, og tað er Verdens Gang, sum í sínari tíð vitjaði mannin, ið endurgevur.

 

Tey vóru mong, sum fluttu til búsetingina hjá "Jesusi" - av summum nevnd "Ljósins bústaður" ella "Sólbýurin", og Verdens Gang skrivar, at hetta var, meðan Russland var merkt av fátækradømi og lógloysi.

 

- Etið ikki kjøt, roykið ikki, drekkið ikki alkohol, bannið ikki og gevist við at brúka pengar, vóru eitt nú reglur, sum Sergei Torop álegði sínum fylgjarum.

 

Regluliga bóru fylgjararnir bønir fram fyri "Jesus", samstundis sum tey vendu sær móti hansara stóra bústaði uppi á einum heyggi.

 

Sambært dómstólinum í Novosibirsk vórðu Sergei Torop og tveir av hansara samstarvsfeløgum funnir sekir í at hava stovnað ein trúarbólk, sum gjørdi seg inn á borgararættindini og elvdi fylgjarum sálarlig og likamlig mein.

 

##med2##

 

Ákæruvaldið sigur, at trúarbólkurin brúkti sálarliga manipulatión fyri at hava eftirlit við fólkinum, samstundis sum "Jesus" fekk pengar og arbeiðsorku burturúr fylgjarunum árini millum 1991 og 2020.

 

Sambært almennu russisku tíðindatænastuni RIA eru Sergei Torop og felagar hansara, Vadim Redkin og Vladimir Vedyornikov, dømdir í ávikavist 11 og 12 ára fongsul.

 

Meira um hetta kann lesast um heimasíðuna hjá Verdens Gang - www.vg.no

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar Verdens Gang, sum áður hevur hitt "Jesus" í Sibiria