Ein bretskur statsborgari, sum hevði ætlað sær til Føroyar í gjár, mátti ásanna, at tað var lættari sagt enn gjørt. Løgreglan í Havn sigur, at í gjár ringdi løgreglan á flogvøllinum í Keypmannahavnar og boðaði frá, at tey høvdu ein breta, sum skuldi til Føroyar í arbeiðsørindum.
Fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg, hava myndugleikarnir í Danmark sett tiltøk í verk fyri at avmarka talið á fólki, sum koma til Danmark. Fyri at sleppa til Danmarkar, skulu fólk hava eina haldgóða grund til tað.
Dømi um tað kann verða, at tey skulu vitja onkran av sínum næstringum við álvarsligari sjúku, at tey skulu at fylgja onkrum næstringi, sum er deyður, ella tað kann vera tí at tey hava ábyrgdina av einum barni.
Løgreglan sigur, at somu reglur eru galdandi í Føroyum. Arbeiðsørindini hjá bretanum í Føroyum vóru ikki ein haldgóð grundgeving fyri at koma til Føroyar, og sostatt slapp hann ongantíð av flogvøllinum, í Kastrup, men varð sendur heim aftur við fyrsta flogfari til Bretlands.
Løgreglan sigur, at maðurin hevur verið her áður í somu ørindum, men hann hevði ikki gáað eftir, at reglurnar eru herdar síðani og sostatt var hann sendur heim aftur.