Longu klokkan 14 í dag verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Føroyar í fyrsta Nations League kappingini í hesum umfari hava vitjan av Norðurmakedonia.
Hetta er fjórða Nations League kappingini, og hetta er 19. dysturin í hesi kappingini. Higartil hava Føroyar vunnið seks av teimum 18 dystunum.
Dysturin í dag er merkisverdur á tann hátt, at Jóan Símun Edmundsson fer at umboða føðilandið fyri 90. ferð. Tað er bara ein annar spælari, sum hevur verið so ofta á landsliðnum. Tað er Fróði Benjaminsen, sum spældi 95 landsdystir. Felags fyri Jóan Símun og Fróða er, at barndómsfelagið hjá teimum var B68.
Nú umboðar 33 ára gamli Jóan Símun FC Shkupi í Norðurmakedonina. Hann er einasti føroyski spælarin, sum hevur roynt seg í Norðurmakedonia.
Fyrsta ferðin, at Jóan Símun Edmundsson var á landsliðnum, var fyri 15 árum síðani. Tað var 12. august í 2009, at Føroyar høvdu vitjan av fronsku heimsstjørnunum. Frakland vann 1-0 við máli, sum André Pierré Gignac skoraði tríggjar minuttir undan steðginum.
Jóan Símun Edmundsson, sum tá var 18 ára gamal, varð skiftur inn í 28. minutti. Hann avloysti Christian Lamhauge Holst, sum noyddist skaddur av vøllinum.
Síðani tá hevur Jóan Símun verið fastur maður á landsliðnum, har hann hevur skorað átta mál.
Millum liðfelagarnar hjá Jóan Símun í dag verður lítli beiggi hansara Andrias Edmundsson, sum er miðverji.
Føroyar – Norðurmakedonia kl. 14.00
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjančukas, Mangirdas Mirauskas, Aleksandras Stepanovas og Vilius Paulauskas (4. dómari)