- Eg eri við at missa tað! Bíða, bíða!
Nakað soleiðis ljóða rópini beint uttan fyri Hvonn-teltið mitt á G! økinum.
Tað eru tríggir dreingir úr Gøtu, sum eru í ferð við at selja pant-plastgløs. Í allan dag hava teir samlað endurnýtslugløs frá festivalgestunum.
Hvørt glas gevur 10 krónur, og teir hava stáplað so mikið nógv gløs oman á hvønn annan nú, at tey eru við at koppa.
Teir eita Tóki, Niklas og Lukas, og eru 12, 13 og 12 ára gamlir.
Hví samla tit uppá hesi plast-gløsini?
- Fyri at fáa pengar! siga teir, spentir.
Teir samlaðu eisini pant-gløs í gjár.
Í gjár samlaðu teir 280 gløs, og tað gevur 2.800 gløs. Teir ætla at klárað nøkunlunda tað sama í dag.
- Vit vóru eisini í fjør. Tá fingu vit 800 gløs tilsamans, siga teir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##