Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og ein nágreinilig smittusporing er byrjað.
Tilsamans hava nú 434 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.