Tríggir nýggir tilburðir

Tríggir nýggir tilburðir av H1N1 krími eru staðfestir um vikuskiftið. Tað boðar Bjarni á Steig, virkandi landslækni, frá

Talan er um ein persón, ið hevur samband við flogfarið, ið lendi í vágum 7.juli klokkan 14, og um tveir aðrar persónar, ið eru komnir heim úr evropeiskum londum.

Sostatt er samlaða talið av tilburðum í Føroyum nú komið upp á 14, og er talan um ymiskar skittukeldur.

Hósdagin vóru 53 fólk kannað, og væntar landslæknin at tað talið nú er komið upp um 100 fólk, ið hava latið seg kanna. - Men enn eru so bara 14 tilburðir staðfestir, boðar Bjarni á Steig, virkandi landslækni frá.