Føroya Løgting hevur sett fýra milliónir krónur av í covid-19 stuðli til ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin – tað eru sambært reglugerðini ÍSF og limafeløg tess.
Ítrótturin kann søkja um mistar inntøkur fyri tíðarskeiðið 12. mars - 30. juni 2020. Søkjast kann um stuðul fyri mistar inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.
Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglurgerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019.
Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur.
– Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum, skrivar Ítróttasamband Føroya í tíðindaskrivi.
Ítróttafelag og sambond undir ÍSF hava fingið umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.