Fundurin leygardagin millum umboð fyri Kina og USA, har tollur var á skránni, var sera konstruktivur, og londini hava verið samd um nógv.
Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, leygarkvøldið amerikanska tíð á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Øgiliga góður fundur við Kina í dag í Sveis. Mangt hevur verið umrøtt, og semja er um nógv. Samráðst hevur verið um eina totala endurbyrjan á ein vinaligan, men konstruktivan hátt, skrivar Trump.
USA var umboðað á fundinum í Geneve av fíggjarmálaráðharranum Scott Bessent, meðan Kina sendi sín varaforsætisráðharra, He Lifeng.
Hetta er fyrstu ferð, at umboð fyri londini hittast fyri at tosa um handil, síðani Donald Trump boðaði frá ógvusligum hækkingum í tollinum á útlendskar vørur.
Samrøðurnar byrjaðu leygarmorgunin í villuni hjá sveisiska ST-sendiharranum á vesturstrondini á Genevevatninum. Tær halda væntandi fram í dag, sambært Reuters.
Amerikanska ynskið er, at Kina verður meira opið fyri amerikanskum fyritøkum, skrivar Donald Trump.
Miðdepil í búskaparsamráðingunum er spurningurin um toll.
Trump hevur sett toll uppá 145 prosent - í summum førum heilt upp í 245 prosent - á kinesiskar vørur.
Kina hevur svarað aftur við at seta 125 prosent av tolli á vørur úr USA.
Tey bæði londini, sum eru heimsins størstu búskapir, handla nógv saman. Tí er áhugi frá báðum pørtum at fáa semju í lag.
Hvat teir umrøddu nærri á fundinum leygardagin, er ikki komið fram.
Undan samráðingunum segði Trump fríggjadagin, at ein tollur á 80 prosent á kinesiskar vørur kundi verið ein hóskandi loysn.
Tollstríðið kemur í eini tíð, har USA hevur verið avbjóðað av høgari inflatión í eitt langt tíðarskeið, meðan Kina umvent hevur upplivað deflatión, t.e. fallandi prísir.
Keypiorkan hjá kinesiska fólkinum er minkað, og búskapurin er nú enn meira hóttur av minking í útflutninginum til USA.
Í apríl vóru 21 prosent færri vørur sendar úr Kina til USA.
/Ritzau/