Ísrael hevur góðtikið eina røð av treytum, sum merkir, at eitt uppskot til 60 daga vápnahvíld í Gaza verður endaliga avgreitt.
Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, uttan at fara nærri inn á, hvørjar treytirnar eru.
- Míni umboð høvdu ein langan og gagnligan fund við ísraelar í dag, skrivaði hann. Tað er ikki greitt, hvørji umboðini úr USA og Ísrael eru.
Trump heitti eisini á hernaðarliga bólkin Hamas um at taka undir við uppskotinum.
- Eg vóni fyri Miðeystursins skyld, at Hamas tekur undir við hesi avtaluni, tí hon verður ikki betri - hon verður bara verri, sigur hann.
Endaliga uppskotið verður lagt fram av miðlarum úr Qatar og Egyptalandi, skrivar Trump og rósar teimum fyri at arbeiða hart fyri at skapa frið í økinum.
Um vikuskiftið segði Trump, at Ísrael og Hamas kunnu fáa vápnahvíld innan eina viku.
Týsdagin søgdu ónevnd embætisfólk við AP, Reuters og onnur, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fer at vitja Washington, D.C., mánadagin í næstu viku.
Hann skal hitta Trump og millum annað venda støðuni í Gaza.
Hvørki Hamas ella Ísrael hava gjørt viðmerkingar til frágreiðingarnar hjá Trump.
Kríggið í Gaza brast á 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á Ísrael.
Tann 19. januar í ár kom vápnahvíld millum partarnar í gildi. Í fyrsta umfari av vápnahvíldini vórðu 33 gíslar og umleið 1800 palestinskir fangar leyslatnir.
Annað stigið í vápnahvíldini gjørdist ongantíð veruleiki, tá vápnahvíldin datt niðurfyri og Ísrael tók uppaftur álop á Gaza í mars.
Fyrst í mars setti Ísrael stongsil í verk, sum forðaði fyri, at nøkur hjálp komu inn á palestinska økið. Hetta hevur fingið fleiri felagsskapir at ávara um menniskjaliga kreppu í økinum.
Frá týsdegnum kravdu 170 NGO-felagsskapir, at ein amerikanskt og ísraelskt stuðlaður felagsskapur, sum eitur Gaza Humanitarian Foundation, GHF, steðgaði við at býta hjálp.
Læknar uttan landamørk (MSF) hevur kallað GHF eina deyðsfellu, tí fleiri enn 500 fólk eru dripin í sambandi við býtið av hjálpini.
Fríggjadagin almannakunngjørdi ísraelska blaðið Haaretz eina grein, har dulnevndir ísraelskir hermenn søgdu seg hava fingið boð um at skjóta óvápnað sivilfólk, sum royndu at fáa hjálp.
/Ritzau/