Trump hóttir BRICS-lond við eyka tolli

Lond, sum stuðla sokallaðum anti-amerikanskum politikki frá BRICS-londunum, verða áløgd eyka toll, sigur Trump.

Donald Trump fer at leggja tíggju prosent toll afturat á lond, sum stuðla ikki-amerikanskum politikki frá BRICS-londunum. - Mynd: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix

BRICS-londini sendu í gjár út eina fráboðan, har tey vístu sína stúran um tað, at tey nevna tilvildarligan toll. - Mynd: Ókent/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja tíggju prosent eyka toll á lond, sum stuðla politikki frá BRICS-londunum - sum forsetin kallar anti-amerikanskan.

Hetta skrivaði hann í nátt í einum uppslagi á sosiala miðli sínum, Truth Social.

- Eitt og hvørt land, sum stuðlar anti-amerikanska politikkinum frá BRICS-londunum, verður álagt ein toll uppá tíggju prosent afturat. Tað verða eingi undantøk frá hesum politikki, skrivar hann.

Trump greiðir ikki frá í uppslagnum, hvønn politikk frá BRICS-londunum, hann heldur vera anti-amerikanskan.

BRICS-londini savnast í hesum døgum til toppfund í Rio de Janeiro í Brasil. Tey 11 londini sendu sunnukvøldið út eina felags yvirlýsing, har tey skrivaðu, at tey eru stúrin fyri tí, tey nevna tilvildarligan toll.

- Vit hava álvarsligar stúranir um hækkingina av einsæris toll- og uttan tolltiltøkum, sum skeikla samhandilin og eru ósambærlig við reglurnar hjá Heimshandilsfelagsskapinum WTO, skriva BRICS-londini í fráboðanini.

Hóast Trump ikki verður nevndur beinleiðis í fráboðanini, skrivar tíðindastovan AFP, at tað júst eru innflutningstollurin hjá amerikanska forsetanum, sum víst verður til í fráboðanini.

BRICS-londini lýsa eisini tollin sum ólógligan og valdsligan. Tey halda, at tollpolitikkurin er í vanda fyri at skaða alheimshandilin, órógva alheims veitingarketurnar og skapa óvissu í altjóða handlinum.

 

##med2##

Donald Trump kunngjørdi fyrst í apríl amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga øllum londum í heiminum.

BRICS-samstarvið var upprunaliga samansett av stóru búskapunum uttan fyri vesturlond, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika. Tað varð stovnað í 2009 við Russlandi sum upphavsmanni.

Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.

Tey 11 londini umboða umleið 40 prosent av alheims bruttotjóðarúrtøkuni.

Toppfundurin í Rio de Janeiro byrjaði í gjár og endar í dag.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump fer at leggja tíggju prosent toll afturat á lond, sum stuðla ikki-amerikanskum politikki frá BRICS-londunum. - Mynd: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix

BRICS-londini sendu í gjár út eina fráboðan, har tey vístu sína stúran um tað, at tey nevna tilvildarligan toll. - Mynd: Ókent/Ritzau Scanpix