Raksturin hilnaðist væl hjá P/f Poul Hansen

P/f Poul Hansen samtakið hevði 16,9 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt í fjør samanborið við 13 milliónir í 202

Tað svarar til 14,1 mió eftir skatt samanborið við 11,8 mió árið fyri - nettosølan fyri 2024 var 431 mió í mun til 434 mió í 2023, men hóast at samlaða sølan minkaði, vaks bruttoúrslitið úr 58 mió upp í 59 mió.

 

Eginpeningurin í felagnum er nú 280 mió, og samlaða skuldin er 78 mió, og felagið rindar eisini eina millión í vinningsbýti.

 

Felagið væntar, at nettosølan fyri 2025 fer at økjast, og at raksturin fer at liggja á sama støði sum í fjør. Umframt heilsøluna so umsitur handilsfyritøkan eisini Á og Samkeyp í øllum landinum og eigur eitt nú í Gist & Vist og Spírar & Sporar.